Færri eru arbeiðsleys

Færri eru arbeiðsleys
Seinasta árið er arbeiðsloysið minkað úr 4,7 prosentum niður í góð fýra prosent
 
27.02.2014 - 11:58

Alsamt færri fólk eru arbeiðsleys.

Síðani februar mánað í fjør er arbeiðsloysið minkað úr 4,7 prosentum niður í 4,1 prosent. Tað merkir, at hetta síðsta árið er arbeiðsloysið minkað við 195 fulltíðarstørvum. 

Tað vísa nýggastu tølini hjá Hagstovuni.

Fleiri kvinnur enn menn

Eisini vísa tølini, at arbeiðsloysið millum kvinnur hevur verið størri enn hjá monnum hetta síðsta árið. Í miðal vórðu 133 fleiri kvinnur enn menn fulltíðararbeiðsleysar. 

Lutfalsliga størsta arbeiðsloysið er í Sandoyar sýslu, har 8,3 prosent av fólkinum einki arbeiði hava. Minsta arbeiðsloysið var í Eysturoyar sýslu, har 3,5 prosent eru arbeiðsleys í løtuni.

Samanumtikið er arbeiðsloysið størst í aldursbólkunum 25-34 ár og 55-66 ár. Minst er arbeiðsloysið í aldursbólkinum 45-54 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328