Varðhaldsfongslaður fyri at hótta politiið

Varðhaldsfongslaður fyri at hótta politiið
Ein 44 ára gamal maður var í Føroya Rætti varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri at hótta politiið.
 
03.03.2014 - 15:26

Hendingin fór fram í gjárkvøldið í Vestmanna. 

Maðurin hótti politiið í fleiri umførum, segði ákæruvaldið - bæði politistar á alarmsentralinum, ein politistur í Vestmanna, sum hann fór inn til í gjárkvøldið, og so politistarnar, sum komu at handtaka hann.

Inni í húsinum hjá manninum fann politiið nakrar hampplantur, sum hann eisini verður skuldsettur fyri.

Maðurin er nú varðhaldsfongslaður í 4 vikur, meðan málið verður kannað.

Ringdi sjálvur til politiið

Málið byrjaði við, at tann varðhaldsfongslaði - sum er ein gamal kenningur í rættarskipanini - ringdi til alarmsentralin, tí hann vildi hava tey at ringja til advokatin hjá sær. 

Hann greiddi frá, at hann hevði ikki talutíð eftir á telefonini og einasta nummarið, hann kundi ringja til, var alarmsentralurin. Tí vildi hann hava alarmsentralin at ringja advokatin hjá sær upp, soleiðis at hesin kundi ringja aftur til hansara.

Politisturin, sum tók telefonina á Alarmsentralinum, noktaði at ringja til advokatin hjá manninum og bað hann finna ein annan hátt at fáa fatur á advokatinum.

Síðani fór tann ákærdi inn í húsini hjá einum politisti, sum býr í grannalagnum í Vestmanna, har tann ákærdi hevur búð í nakrar mánaðir. Hann spurdi, um hann kundi lána telefonina. Tað kom til orðadrátt millum teir báðar og bað hann sleppa sær á dyr. Politisturin kendi seg hóttan og ringdi til alarmsentralin undir orðadráttinum. Haðani varð gjørt av at senda fólk á staðið.

Funnu hampplantur

Út ímóti hálvgum 10 tíðina í gjárkvøldið varð maðurin handtikin í heimi sínum í Vestmanna. Eisini har hevði hann sýnt hóttandi atferð, sigur ákæruvaldið. Millum annað við at hava annan armin innan fyri jakkan, sum fekk politiið at óttast fyri, at maðurin hevði skotvápn ella annað vápn. Politiið brúkti piparsprei í sambandi við handtøkuna.

Inni í húsinum hjá manninum fann politiið nakrar hampplantur, sum hann eisini verður ákærdur fyri.

Ákærin vildi hava tann 44 ára gamla varðhaldsfongslaðan í fýra vikur, og grundgav fyri, at maðurin kundi hótta vitnir ella gera seg inn á tey.

Dómarin avgjørdi at ganga ákæruvaldinum á møti og maðurin verður nú varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Sum grundgeving fyri at varðhaldsfongsla mannin, segði dómarin, at maðurin áður hevur hótt og og gjørt álvara av hóttanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065