Rættur í Kairo bannar Hamas

Rættur í Kairo bannar Hamas
Hamas fordømir avgerðina og sigur hana fara at ganga út stríðið fyri einum palestinskum státi.
Alt virksemið hjá Hamas er nú bannað í Egyptalandi.
 
04.03.2014 - 11:28

Ein egyptiskur rættur hevur í dag bannað øllum virksemi hjá Hamas í Egyptalandi. Avgerðin skal byggja á royndina at fáa frið í lag í Egyptalandi, og at fáa Hamas burtur úr Gazageiranum.

Hamas er sprottið úr Muslimska Brøðralagnum, sum egyptiska stjórnin skýrir ein yvirgangsfelagsskap.

"Rætturin hevur bannað øllum virksemi hjá Hamas í Egyptalandi," sigur ein ónevndur dómari við Reuters.

Hóttan

Myndugleikarnir í Egyptalandi síggja Hamas sum ein stóran vanda fyri trygdina í landinum, og stjórnin ákærir Hamas fyri at stuðla Al-Quida-ávirkaðum yvirgangsbólkum á Sinai-hálvoynni.

Myndugleikarnir hava longu syrgt fyri at stongja skrivstovuna hjá Hamas í Kairo, skriva Reuters.

Kelda: Reuters/Haaretz

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514