Grønlendingar fáa ókeypis sjúkraviðgerð í Danmark

Grønlendingar fáa ókeypis sjúkraviðgerð í Danmark
Tær 180 milliónirnar, sum tað kostar at senda sjúklingar til Danmarkar, skulu nýtast at bøta heilsutænasturnar í Grønlandi
Ida Auken, heilsumálaráðharri, er á vitjan í Grønlandi.
Mynd: KNR  
 
04.09.2026 - 08:10

Grønlendingar skulu í framtíðini fáa ókeypis sjúkraviðgerð í Danmark.

Tað fer at kosta Danmark 180 milliónir krónur um árið.

Danski heilsumálaráðharrin, Ida Auken, sum er á vitjan í Grønlandi, hevur gjørt avtalu við Onnu Wagenheim, landsstýriskvinnu í heilsumálum, um ókeypis viðgerð á donskum sjúkrahúsum.

Umleið 1300 grønlendskir sjúklingar viðgjørdir í Danmark um árið, serliga á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn.

Anna Wangenheim fegnast um avtaluna. Hon sigur, at avtalan er søgulig.

Landsstýriskvinnan sigur, at tær 180 milliónirnar, sum Grønland nú fer at hava meir at ráða yvir, skulu nýtast til at bøta um heilsutænasturnar í Grønlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672