Alivinnan skal gjalda tøkugjald og loyvisskatt

Alivinnan skal gjalda tøkugjald og loyvisskatt
Alivinnan skal rinda landskassanum hálvt prosent av virðinum á fiskinum, sum verður tikin umframt loyvisskatt á hálvt fimta prosent av inntøkuni
 
10.03.2014 - 07:51

Tað stendur í einum lógaruppskoti úr Fíggjarmálaráðnum, sum er komið í løgtingið.

Har stendur eisini, at uppskot um eykaskatt á fiskivinnnuna kemur saman við fíggjarlógini fyri 2015.

Ein fyrimunur við tøkugjaldinum, sum skal leggjast á alvinnuna, er, at tað elvir ikki til skattahugsan, tí eingir møguleikar eru at minka gjaldið við frádráttum, avskrivingum ella øðrum slíkum møguleikum, sigur Fíggjarmálaráðið. 

Samanlagt minni

Størsti vansin er afturímóti, at gjaldið skal rindast, sama um vinnan hevur yvirskot ella undirskot.

Fíggjarmálaráðið mælir eisini til at broyta skattalógina, so alivinnan fær frádrátt í skattskyldugu inntøkuni fyri tøkugjaldið. Loyvisskatturin, sum skotin er upp, kemur aftur at partafelagsskattinum, sum er 18 prosent.

Samanumtikið fær landið minni frá alivinnuni, tá allar broytingarnar eru komnar í gildi.

Í ár fær landið góðar sjey milliónir minni enn landið hevði fingið við galdandi lóggávu, hevur Fíggjarmálaráðið roknað út.

Næsta ár kosta broytingarnar landinum góðar seks milliónir og kommununum 400.000 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025