Talið á deyðum í New York størri enn hildið

Talið á deyðum í New York størri enn hildið
Sjey fólk hava latið lív og 74 fingið skaða, eftir eina gassspreinging í New York mikudagin. Talið er størri, enn hildið varð upprunaliga í gjár
Higartil er talið á deyðum eftir gasspreingina í New York mikudagin komið uppá sjey, 74 fólk eru løstað
Mynd: AP  
 
13.03.2014 - 15:13

Talið á deyðum eftir eina gassspreinging í New York mikudagin heldur fram at vaksa. Fyrst ljóðaði, at tvey fólk høvdu latið lív, men talið er størri.

Amerikansku myndugleikarnir siga nú, at talið á deyðum fyribils er komið uppá sjey og at talið á særdum er komið uppá 74.

SÍ EISINI Bygningar í New York rapaðir eftir spreinging

Spreingingin hendi mikumorgunin, amerikanska tíð, og varð elvd av einum gassleka, sigur Bill de Blasio, borgarstjóri í New York.

Barn og kvinna illa løstað

Millum tey illa særdu eftir gasspreingina í New York mikudagin, eru eitt barn og ein kvinna, skrivar netmiðilin NBC News.

Spreingingin, ið fekk tveir bygningar at rapa, var so hørð, at hon mátaði beint undir fimm á Richter-stiganum sambært Columbia University.

Íbúgvar í økinum á Manhattan høvdu gjørt vart við gasslukt áðrenn spreingingin hendi mikudagin, men tá var ov seint at fyribyrgja spreingina.

Sambært NBC New York, eru níggju fólk framvegis ikki komin afturíaftur eftir spreingina mikudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439