Hallið á fíggjarlógini skal vera burtur í 2016

Hallið á fíggjarlógini skal vera burtur í 2016
Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú uppskotið um játtanarkarmarnar fyri 2015 skal latast løgtinginum fyri 1. apríl
Hallið á fíggjarlógini skal vera burtur í 2016, nú uppskotið um játtanarkarmarnar fyri 2015 skal latast løgtinginum áðrenn 1. apríl, sigur Jørgen Niclasen
 
19.03.2014 - 08:19

<p>Landsstýrismaðurin hevur fyrr sagt, at tað verður trupult at fáa hallið á fíggjarlógini burtur í 2016. Millum annað tí ávirkanin av skattaskipanini hevur ikki verið tann, sum roknað varð við.</p>

<p>Men í játtanarkarminum fyri næsta ár skulu leggjast upp fyri, at hallið verður burtur í 2016. Landsstýrismaðurin vil einki siga um, hvørji uppskot eru til viðgerðar til tess at røkka málinum, men talan verður um bæði sparingar og nýggjar inntøkur.</p>

<p>- Samráðingarnar um játtanarkarmarnar eru strævnar, tí avbjóðingin er stór. Men eg havi góðar vónir um at røkka einari semju, so hallið verður burtur í 2016, sigur Jørgen Niclasen við útvarpið.</p>

<p>Í fjør fýltist landsstýrismálanevndin á, at fíggjarkarmarnir samsvaraðu ikki við sjálvt fíggjarlógaruppskotið og gjørdi greitt, at tað skal koma í rættlag.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. januar
Skratsj 28. januar 2026
203398
Mikudag 28. januar
Dansival: Gyltabók
203396
Mikudag 28. januar
Mono - Hjalte Bachmann (4:4)
203391
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379