- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES til reiðar at herða tiltøk móti Russlandi
ES til reiðar at herða tiltøk móti Russlandi
Versnar støðan í Ukraina og á Krim-hálvoynni enn meira, fer ES at herða tiltøkini móti Russlandi, sigur týski samveldiskanslarin, Angela Merkel

ES fer at herða tiltøkini móti Russlandi, um støðan í Ukraina og á Krim-hálvoynni versnar enn meira
Mynd: AP
20.03.2014 - 12:18
<p>Funnist hevur verið at ES fyri at vera tannleyst, tí tiltøkini, sum eru í verk móti ávísum russum, muna ov lítið. Seinnapartin verður toppfundur í ES, og tá verður umrøtt at seta strangari tiltøk í verk.</p>
<p>Talan kann vera um búskaparlig tiltøk, at steðga innflutningi gassi úr Russlandi ella vápnastongsul. Búskaparlig tiltøk kunnu raka limalondini sjálvi, um russar fara at svara aftur.</p>
<p>Tíðindafólk í Brússel siga tó, at tað er lítið sannlíkt, at øll 28 ES-londini verða samd um, hvørji tiltøk skulu setast í verk, nú Vladimir Putin, forseti, hevur góðkent, at Krim verður partur av Russlandi.</p>
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV