Malaysia: Flogfarið datt niður í Indiska Havið

Malaysia: Flogfarið datt niður í Indiska Havið
Horvna flogfarið hjá Malaysia Airlines, MH370, datt niður í Indiska Havið, hevur forsætisráðharrin í Malaysia júst kunngjørt á tíðindafundi
MH370-flogfarið hjá Malaysia Airlines, ið hvarv 8. mars, datt niður í Indiska Havið, hevur forsætisráðharrin í Malaysia, Najib Razak, júst kunngjørt á tíðindafundi
Mynd: AP

24.03.2014 - 14:14

Najib Razak, forsætisráðharri í Malaysia, kunngjørdi fyri løtu síðan á tíðindafundi, at flogfarið hjá Malaysia Airlines, ið hvarv 8. mars, datt niður í Indiska Havið.

- Tað er við sorg, at eg má kunngera, at vit hava grundaðan illgruna um, at flogfarið datt niður í Indiska Havið, í útsynning úr Perth í Australia, segði forsætisráðharrin á tíðindafundinum.

Avvarðandi og familjur hjá teimum 239 fólkunum, ið vóru við vanlukkuflogfarinum hjá Malaysia Airlines, høvdu fingið boðini undan tíðindafundinum, skrivar BBC News á netinum.

MH370-flogfarið hvarv á einum túri frá Kuala Lumpur í Malaysia til Beijing í Kina. Í dag eru fimm dagar síðan leitingin í Indiska Havinum byrjaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523