Norska reiðarafelagið vil endurskoða Smoguna

Norska reiðarafelagið vil endurskoða Smoguna
Norska reiðarafelagið vil hava norska Fiskimálaráðið at tingast við fiskivinnuna í Noregi um at endurskoða sáttmálan um Smoguna.
Norska reiðarafelagið vil taka tingingar upp um Smoguna.
 
25.03.2014 - 08:59

Freistin at biðja um at fáa sáttmálan endurskoðaðan ella uppsagdan er 1.juli. Hendir einki, heldur sáttmálin fram óbroyttur í fýra ár, til 2018. 

Norskir reiðarar halda, at framferðin hjá Íslandi ger tað neyðugt at endurskoða sáttmálan. Reiðararnir hugsa um støðuna hjá Íslandi í makrelstríðnum og, at møguleikarnir hjá norskum skipum at fiska sínar kvotur í íslendskum sjógvi eru avmarkaðir.

Norska reiðarafelagið Fiskebåt vil eisini hava, at NEAFC fær størri lut í umsitingini av fiskastovnunum í Smoguni.

Smogusáttmálin varð gjørdur í 1999 fyri at fáa millum annað íslendingar at gevast við at fiska tosk í altjóða sjógvi í Barensthavinum, í Smoguni, ella Smutthullet, sum norðmenn kalla leiðina.

Ísland, Noreg og Russland gjørdu smogusáttmálan. Samstundis fingu norskir myndugleikar heimild til at seta skip, sum fiskaðu í Smoguni, á svartalista og seta teimum forboð móti at avreiða fisk úr Smoguni. Afturfyri slapp Ísland at fiska tosk í norskum sjógvi og russiskum sjógvi.

Og norsk skip sluppu at fiska botnfisk og lodnu í íslendskum sjógvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. oktober
RagnarRokk 16.oktober 2025
197380
Hósdag 16. oktober
RagnarRokk: Nick Holmes um Acension
197379
Hósdag 16. oktober
RagnarRokk: The Viking um Armageddon
197378
Hósdag 16. oktober
Nýtt ljóð
198542
Hósdag 16. oktober
Kvørnin: "Spegil", Simona Paula
198538
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. oktober
Veðrið
198546
Hósdag 16. oktober
Mett fyri minni II (1:3)
198532
Mikudag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
198470
Týsdag 14. oktober
Veðrið
198444
Týsdag 14. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
198422