Obama: Handilsavtala skal hjálpa teimum veiku

Obama: Handilsavtala skal hjálpa teimum veiku
Fríhandilsavtalan millum EU og USA var á breddanum, tá fundur á hægsta stigi var í Brússel í dag. Bíðið við atfinningum, eru boðini frá Barack Obama
José Manuel Barroso, ES-nevndarformaður, Barack Obama, forseti í USA, og Herman von Rompuy, ES-forseti, heilsast á toppfundinum í Brússel í dag
Mynd: AP

26.03.2014 - 22:08

Ein komandi fríhandilsavtala skal gagna øllum, ikki minst teimum veiku, var boðskapurin hjá forsetanum í USA, Barack Obama, á toppfundinum í Brússel í dag.

Eitt av teimum stóru og týdningarmiklu málunum, ið varð umrøtt á toppfundinum í dag, var komandi fríhandilsavtalan millum EU og USA.

- Eg haldi, tað er týdningarmikið, hjá okkum leiðarum, at hugsa um, at avtalan skal gagna okkum øllum, ikki bert teimum vælbjargaðu, segði Obama.

Vísir atfinningar frá sær

Barack Obama vísir atfinningar, ið hava verið frammi undan toppfundinum í Brússel í dag, frá sær, áðrenn atfinningarsomu røddirnar hava sæð fríhandilsavtaluna.

- Eg havi arbeitt miðvíst fyri at verja brúkararnar, og eg havi ongar ætlanir at skriva undir avtaluna, áðrenn smálutirnir eru komnir uppá pláss, segði Obama.

ES-forsetin, Herman von Rompuy, og ES-nevndarformaðurin, José Manuel Barroso, vóru eisini á toppfundinum saman við forsetanum í USA í dag.

Avtalan skal hjálpa fyritøkum

Fríhandilsavtalan skal millum annað tryggja meira samstarv tvørtur um Atlantshavið, so tað verður lættari hjá fyritøkum at fóta sær á amerikanska og evropeiska marknaðinum.

- Ein nýggj avtala er umráðandi fyri at tryggja vøkstur, eisini hjá smærri fyritøkum. Avtalan kann eisini tryggja fleiri størv, segði José Manuel Barroso, ES-nevndarformaður.

Tøl frá Dansk Industri vísa, at ein avtala millum EU og USA kann økja útflutningin hjá Danmark til USA við 27 milliardum og fáa 15.000 fólk í starv, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. september
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
179973
Leygardag 31. august
Morgunlestur leygardagur 31. august 2024
179487
Fríggjadag 30. august
Vikuskiftið 30 august 2024
179942
Fríggjadag 30. august
Breddin: Vakmyndatól og kvinnufráflyting
179919
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179948
Fríggjadag 30. august
Veðrið
179943
Hósdag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179895
Týsdag 27. august
Olaf & trappan - teknmálstulkað
150041
Týsdag 27. august
Veðrið - teknmálstulkað
179740