- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hav funnið í mánanum hjá Saturn
Hav funnið í mánanum hjá Saturn
NASA hevur í dag funnið prógvið uppá, at eitt hav við saltvatni er inni í einum av mánunum hjá gongustjørnuni, Saturn

Eitt hav við saltvatni er í dag funnið inni í gongustjørnuni, Saturn, boðar NASA frá
Mynd: NASA
04.04.2014 - 14:16
Byrjað varð at granska mánan Enceladus í 2005, eftir at rúmdarfarið Cassini fann vatn og ís spræna úr suðurpolinum á mánanum Enceladus. .jpg)
Nú eru fyrstu prógvini komin uppá, at eitt hav er goymt inni í mánanum. Havið er vantandi 10 kilometur djúpt undir ísi, ið er 30-40 kilometur tjúkkur.
Granskarin, Linda Spilker, sigur, at tað er nokk av saltvatni og organiskum mýlum, til at lív kann menna seg í Saturn.
Kelda: redOrbit
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























