Køkurin letur aftur 1. mai

Køkurin letur aftur 1. mai
Tað er neyðugt fyri at tálma meirnýtsluni seinastu tvey árini
 
05.04.2014 - 16:58

Tað sigur Jastrid Nielsen. Hon er leiðari á Hamragarði í Vági.

Hon vil ikki gera bandaða samrøðu við útvarpið í dag. Hon vísir kortini á í stuttari viðmerking, at leiðslan har fer nú at gera neyðugu tillagingarnar, so játtanin fer at halda í ár - tað inniber millum annað, at køkurin verður stongdur um vikuskiftið frá 1. mai.

Starvsfólkini á Hamragarði søgdu í vikuni, at tey eru stúrin um umstøðurnar, tey bjóða okkara eldru borgarum. Í løtuni er reingerðin minimal, ein náttarvakt er spard burtur og allir ítrivstímar eru spardir heilt vekk. Nú skulu sparingar aftur fremjast.

Í frágreiðingini, sum landsstýriskvinnan Annika Olsen fekk frá Almannaverkinum um raksturin á Hamragarði stendur, at raksturin á heiminum verður kannaður í løtuni. Øll røktarheim fáa tillutað eina játtan útfrá sama dagsprísi pr. búpláss, men tað er ymiskt, hvussu støðan er á røktarheimunum. Frágreiðingin staðfestir kortini, at enn er ov tíðliga at gera nakra endaliga niðurstøðu, hvør hevur ábyrgdina av støðuni, sum er íkomin á Hamragarði í Vági.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776