Pelagos tekur skap

Pelagos tekur skap
Eftir ætlan verður farið undir at seta maskinur upp eftir páskir
 
07.04.2014 - 13:52

Tað gongur skjótt at seta nýggja uppsjóvarvirkið í Fuglafirði, Pelagos, upp. Bygningurin kemur úr Danmark, og har henda broytingar hvønn dag.

Eftir páskir er ætlanin at fara undir at seta maskinur og aðra útgerð upp. Tann útgerðin kemur úr Íslandi.

Arbeiðið gongur sum ætlað, og fyrst í juli verður farið at royna útgerðina.

Ætlanin er at Pelagos skal taka ímóti 45.000 tonsum av uppsjóvarfiski, og virkið klárar at taka ímóti 650 tonsum um samdøgrið.

Pelagos kostar góðar 200 milliónir kr. at byggja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576

Annað frá KVF