Karsten Hansen heldur fram sum landsstýrismaður

Karsten Hansen heldur fram sum landsstýrismaður
Miðflokkurin sigur, at Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, heldur fram, hóast flokkurin í mars boðaði frá, at avloysari skuldi finnast
Karsten Hansen heldur fram sum landsstýrismaður í heilsumálum, hóast Miðflokkurin fyrst í mars boðaði frá, at ein avloysari skuldi finnast í summar
Mynd: KvF  
 
08.04.2014 - 12:01

<p>Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, segði við útvarpið fyri góðum mánaða síðan, at Miðflokkurin fór at skifta landsstýrisfólk í summar. Hann váttaði eisini fyri Norðlýsinum, at flokkurin leitaði eftir einum nýggjum landsstýrisfólki.</p>

<p>Tá Karsten Hansen tók við sum landsstýrismaður eftir valið í 2011, varð eisini sagt, at hann bert skuldi sita í sessinum í tvey ár, men nú heldur hann so fram í sessinum, kunnger Miðflokkurin í dag.</p>

<p>Fimm valevni vóru til samrøðu hjá floksstjórnini, sum søgdu seg taka av, um teimum stóð í boði at fara út í Heilsumálaráðið. Niðurstøðan var kortini, at tað var frægast, at Karsten Hansen heldur fram, sigur Jenis av Rana, formaður.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744