Lesandi hava skipað seg

Lesandi hava skipað seg
Lesandi á Fróðskasparsetri Føroya hava sett á stovn eitt felags næmingaráð, sum hevur fingið navnið Ráð teirra lesandi
 
08.04.2014 - 09:00

Í desember í fjør høvdu umboð fyri tey lesandi fund við leiðsluna á Fróðskaparsetrinum, og har varð ráðið formliga sett á stovn. 

Ráð teirra lesandi fer at taka upp viðurskifti, sum viðkomandi teimum lesandi á Fróðskaparsetrinum. 

Endamálið er at skapa eitt betri lestrarumhvørvi og at skapa karmar fyri tiltøkum av ymsum slag, sum skulu stimbra og menna lestrarumhvørvi. 

Í hesum sambandi hevur Ráð teirra lesandi havt fund við leiðsluna og vegleiðaratoymið á Fróðskaparsetrinum, umframt við umboð fyri MFS, Meginfelag Føroyskra Studenta. 

Turid Christophersen, er forkvinna í nýggja ráðnum.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328