Taptu 3 hálvleikir og spældu ein javnan

Taptu 3 hálvleikir og spældu ein javnan
Seinni hálvleikurin í dag móti Skotlandi vóru teir best spældu 40 minuttirnir, hóast Skotland vann dystin 6-2
 
24.04.2014 - 10:41

Síðsti dysturin í mini kappingini er liðugur. Hóast Skotland skoraði heili 6 mál, so vóru nógvir góðir glottar at síggja frá føroysku leikarunum. 

Føroyska liðið tordi at bjóða av og kom eisini fram til fleiri álop. Ofta kundi tær tó fingið meira burturúr álopunum.  Eingin ivi er um at Skotland er eitt sera væl spælandi lið, sum er væl fyri teknsikt. 

Fyrsta málið hjá føroyum var eitt sjálvmál, men í seinna hálvleiki skoraði Milja Simonsen uppá eitt flott fríspark beint uttanfyri brotssteigin hjá skotlandi. 

 

Dysturin í dag: 

Skotland Føroyar : 6 - 2  (5-1)

0-1 :  4 min  Abigail Harrison
0-2 :18 min  Sarah Laverty
0-3 :21 min  Elizabeth Arnot
1-3 :22 min  Farrell Autumm (sjálvmál) 
1-4 :29 min  Crosbie Haylie
1-5 :35 min  Abigail Harrison
2-5 :55 min  Milja Simonsen
2-6  56 min  Abigail Harrison

 

Føroyski hópurin:

Tær fyrstu ellivu: 

Hanna Poulsen (M), Hildur Egilsdóttir, Erla Petersen, Katrina Akursmørk (L), Milja Simonsen, Ásla Johannesen, Mirjam Hansen, Lív Arge, Beinta E. Danielsen, Marita Á Fríðriksmørk, Tóra Stenberg Olsen.

Útskiftarar: Lea Reginsdóttir (M), Kára Jarnskor, Rúna Jacobsen, Margunn Lindhold, Silja Johannesen, Arnborg Lervig og Jensa Olsen. 

 

Venjarar: John Petersen (høvuðsvenjari), Ingun Hansen ( hjálparvenjari) 

Kappingin

Í alt skoraðu Føroyar 2 mál í kappingini og lótu 8 mál í gjøgnum.  

Av tí at hetta er ein vinar mini kapping, so hevur UEFA sett ymiskar treytir til dystirnar. Millum annað skulu allir leikararnir sleppa inn á  vøllin í kappingini fyri at menna hvønn einkulta leikara.

Hetta ger tískil tað at nógvar útskiftingar eru undir dystinum, men tó gjørdi hetta ikki stórvegis mun á støðinum. 

 

Úrslitini:

Føroyar - Ísland : 0-2

Ísland - Skotland: 0-1

Skotland - Føroyar: 6-2

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776