Almennar nevndarsamsýningar hækka í Grønlandi

Almennar nevndarsamsýningar hækka í Grønlandi
Meðan landsstýrið roynir at skerja almennar samsýningar og almennar nevndir, so hækka samsýningarnar í Grønlandi
 
26.04.2014 - 15:01

Samstundis sum føroysku polittikararnir vilja skerja nevndarsamsýningarnar í almennum feløgum, so ger Grønland tað mótsatta.
Grønlendsk Kringvarpið skrivar, at har hava nevndarsamsýningarnar staðið í stað síðani í 2009, men av tí at arbeiðsbyrðan er ymisk, hevur landsstýrið gjørt av at broyta mannagongdina.
Tað hevur við sær, at nevndarformaðurin í Royal Greenland, størsta almenna felagnum, fær 500.000 kr. um árið, næstformaðurin 300.000 kr., og hinir nevndarlimirnir 200.000 kr. um árið í nevndarsamsýning.
Í Air Greenland, Royal Arctic Line, Tele Greenland, Bústaðarfelagnum INI, og í Greenland Holding fær formaðurin 350.000 kr., næstformaðurin 175.000 kr., og hinir nevndarlimirnir 125.000 kr.
Í feløgunum Nuna Oil, Greenland Oil Spill, Visit Greenland og í Great Greenland fær formaðurin 150.000 kr., næstformaðurin 75.000 kr., og hinir nevndarlimirnir fáa 50.000 kr.
Frammanundan hava nevndarlimirnir fingið nevndarsamsýning eftir umsetninginum hjá feløgunum. Formenn hava fingið millum 100 og 400.000 kr., næstformenn millum 50 og 300.000 kr., og hinir nevndarlimirnir millum 50 og 200.000 kr. í nevndarsamsýning um árið.
Endamálið hjá grønlendska landsstýrinum at hækka nevndarsamsýningarnar er at fáa so góð fólk sum gjørligt í nevndirnar og at tey skulu arbeiða meir fyri at menna feløgini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439