Landsroyndin avlýst

Landsroyndin avlýst
Lærarafelagið sigur, at Mentamálaráðið avlýsti landsroyndirnar fyrrapartin
 
28.04.2014 - 10:35

1400 næmingar í fjórðu og sættu flokkunum í fólkaskúlanum skuldu til landsroynd í dag.

Royndirnar skuldu vera í føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni. Tær skuldu byrja í morgun og enda mikudagin.

Men fyri løtu síðani boðaði Mentamálaráðið frá, at landsroyndirnar eru avlýstar, upplýsir Lærarafelagið á sínari heimasíðu. Orsøkin er tøkniligar trupulleikar. 

Lærarafelagið sigur á sínari heimasíðu, at klokkan átta í morgun settu næmingar í fjórða og sætta flokki seg til reiðar at fara til landsroynd. Men sum lærarar og Lærarafelagið hava spátt í langa tíð, so fóru tøkniligir trupulleikar at stinga seg upp, tí royndarroyndirnar hava gingið út av lagi illa. Og spádómurin er eftir øllum at døma gingin út. Dokeos-skipanin hevur ikki virkað, sum hon eigur, og tí ber ikki til at fremja landsroyndirnar sum ætlað.
 
Hvørt skúlarnir sjálvir kunnu gera landsroyndir, koma boð úr Mentamálaráðnum seinni í vikuni, men greitt er, at tað verður eingin felags landsroynd fyri alt landið í ár, sigur Lærarafelagið
 
Mentamálaráðið sigur, at tað fer nú at gera eina ætlan um,  hvussu landsroyndirnar í 2014 skulu fremjast. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358