Teistin: Bíða eftir svari úr Danmark

Teistin: Bíða eftir svari úr Danmark
Onnur skrúvan er send til umvælingar í Ålborg
Teistin stendur á sleipistøð í Havn
 
06.05.2014 - 10:55

Strandferðslan bíðar enn eftir svari úr Danmark, hvussu vorðið er við bakborðs azimuttinum á Teistanum. Teistin bar við land í Hesti skírisdag, og annar azimutturin, onnur skrúvan, fekk skaða. 

Hann varð sendur á verkstað í Ålborg og skrúvaður sundur har fyri at kanna skaðan. 

Alt kundi tó ikki gerast í Ålborg, so okkurt varð sent á eitt vekstað í Hirtshals fyri at fáa tað kannað har. Spurningurin er so, hvussu stórur skaðin er, hvat kann umvælast og hvussu leingi er at bíða eftir eykalutum.

Teistin skuldi eftir ætlan á beding mikudagin eftir páskir. Tað arbeiðið verður liðugt í morgin. Men Teistin fer ikki í sigling aftur, fyrr enn azimutturin er umvældur.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514