100 løntakarar fleiri

100 løntakarar fleiri
Talið á løntakarum er hækkað við hundrað seinasta hálva árið, skrivar Hagstovan
 
12.05.2014 - 14:54

Í februar vóru 23.846 løntakarar í Føroyum, tað vóru 109 fleiri enn í januar. Tað vísa árstíðarjavnaðu tølini.

Gongdin vísir, at síðan mai 2012 hava tað verið um 23.700 løntakarar hvønn mánaða, men seinasta hálva árið hevur hetta lyft seg til 23.800 løntakarar.

Tað vóru 148 løntakarar fleiri í februar 2014 í mun til árið fyri, og svarar tað til ein vøkstur upp á 0,6%. Størsta framgongdin er í byggivinnuni, 5%, og fyri fyrstu ferð í 3 ár eru tað fleiri enn 3.000 løntakarar í byggivinnuni.

Í fiski- og alivinnuni eru 3.691 løntakarar, tað eru 123 færri enn árið fyri, sum er ein minking upp á 3,2%.

Fiskivinnan hevði fægst løntakarar í 2011, tá húsagangur var í fiskavøruídnaðinum, og sjálvt um hetta rættaði seg nakað árini eftir, so er gongdin aftur nú tann sama sum áður, at tað er ein jøvn minking hvørt ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386