Kinesarar útseta eftirlitsvitjan

Kinesarar útseta eftirlitsvitjan
Kinesisku matvørumyndugleikarnir skuldu koma í juni, men koma ikki fyrr enn í august ella í september
 
13.05.2014 - 11:53

Kinesisku matvørumyndugleikarnir, AQSIQ, sum eftir ætlan skuldu koma á eftirlitsvitjan í Føroyum í juni, hava útsett vitjanina til í august ella september í ár.

Kinesarar hava sett fram ynski um at síggja matvøruframleiðsluna í pelagisku vinnuni, serliga makrel og matvøruframleiðsluna í laksavinnuni.

Tá fyrsta uppskotið til skrá fyri vitjanina varð latið kinesarum, søgdu teir seg eisini hava áhuga í at víðka skránna til eisini at fevna um aling av laksi, og at vitja kanningarstovuna hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Heilsufrøðiliga starvsstovan ynskir eisini, at eftirlitsvitjanin fevnir um so nógv sløg av matvøruvirkjum sum gjørligt. Tí hvørt nýtt vøruslag, frá á vári í ár, ið verður útflutt til Kina, skal vera partur av góðkenningini, t.v.s. at sjálv matvøran eisini skal verða góðkend.

Í løtuni er laksur sum matvøra, góðkend, men onnur fiskasløg til matna, sum t.d. makrelur, sild, toskur, lodna o.s.v., skulu eisini góðkennast av AQSIQ.

Útflutningurin til Kina er vaksin. Í 2010 varð útflutt fyri 60 miljónir krónur, í 2011 fyri 100 miljónir krónur og í 2012 var útflutningurin komin upp í 200 miljónir krónur sambært tølum frá Hagstovuni.

Hildið verður, at útflutningurin til Kina var einar 500 miljónir krónur, sambært Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Umvegis donsku sendistovuna í Beijing verður upplýst, at tey vænta at Heilsufrøðiliga starvsstovan skal rinda ferðina hjá 5-6 fólkum úr Kina. Tað verður mett at kosta 300 túsund krónur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. desember
Gudstænasta úr Kvívíkar kirkju 211225
201811
Sunnudag 21. desember
Bolero
201810
Sunnudag 21. desember
Akademia:"Mest njóting og minst líðing".
201751
Leygardag 20. desember
Jambalaja - 201225
201796
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775
Fríggjadag 19. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201757
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723