Lærarar stuðla pedagogum

Lærarar stuðla pedagogum
Lærarafelagið vil hava Pedagogfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið at finna semju sum skjótast
 
13.05.2014 - 08:08

Lærarafelagið stuðlar kravinum hjá Pedagogfelagnum um, at arbeiðsviðurskiftini hjá námsfrøðingum í forskúlunum verða staðfest í avtalu millum sáttmálapartarnar, - tað er millum Pedagogfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Samstundis heitir Lærarafelagið á partarnar um at finna semju skjótast tilber.

At forða forskúlunum at fara til verka er stórt afturstig fyri alt skúlaverkið, heldur Lærarafelagið.

Nú fleiri og fleiri kommunur halda tað vera skilagott at hava forskúla, liggur serlig ábyrgd á Kommunala arbeiðsgevarafelagnum at finna semju í trætuni við Pedagogefelagið, boðar Lærarafelagið frá.

Fyri tveimum vikum síðani noktaði Pedagogfelagið sínum limum at søkja starv sum námsfrøðingur í forskúla.

Í sáttmálasamráðingunum seinast millum Pedagogfelagið og komunurnar varð semja gjørd um, at lønar- og arbeiðsviðurskifti hjá námsfrøðingum í forskúlunum skuldu vera avgreidd fyri 1.mai í ár.

Tað er ikki eydnast, og tí noktar Pedagogfelagið nú limunum at søkja starv í forskúla.

Men kommunurnar fara kortini at søkja eftir námsfrøðingum til forskúlarnar, segði Heðin Mortensen, formaður í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, við Útvarpið í síðstu viku.

Kommunala Arbeiðsgevarafelag hevur nevndarfund í hesi vikuni, og tá verður avgerðin hjá Pedagogfelagnum, um at nokta sínum límum at søkja starv í forskúlum, viðgjørd.

Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, segði við Útvarpið í síðstu viku, at námsfrøðingarnir hava somu sømdir sum lærararnir í forskúlunum.

Men talan er um tveir fakbólkar við ólíkum uppgávum og tveir sáttmálar, tann hjá Pedagogfelagnum og tann hjá Lærarafelagnum, og teir sáttmálarnir eru ikki eins.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Fríggjadag 13. november
Lazarus - Beinleiðis úr Studio 5
216358
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265