Dátueftirlitið svarar Mentamálaráðnum í morgin

Dátueftirlitið svarar Mentamálaráðnum í morgin
Ivi er um dátutrygdina í miseydnaðu landsroyndini
 
14.05.2014 - 13:15

Dátueftirlitið er nú við at vera liðugt við viðgerðina av málinum um, hvørt Mentamálaráðið helt lógina, tá nógv umrødda landsroyndin skuldi haldast herfyri.

Dátueftirlitið hevur eftirlit við, at persónsupplýsingarlógin verður hildin og hevur eisini heimildir til eina og hvørja tíð at koma á eftirlitsvitjan á støðum, har persónsupplýsingar verða viðgjørdar ella goymdar.

Landsroyndin miseydnaðist sum kunnugt, men tá Dátueftirlitið í fjølmiðlunum frætti, at ein servari ella ambætari í Kanada spældi avgerandi leiklut, varð Mentamálaráðið biðið um eina frágreiðing.

Dátueftirlitið setti Mentamálaráðnum spurningar um dátutrygd í sambandi við landsroyndina og vildi vita, um persónsupplýsingar vórðu goymdar á servaranum og viðgjørdar rætt, soleiðis sum lógin um persónsupplýsingar krevur.

Í svari sínum til Dátueftirlitið viðgongur Mentamálaráðið, at embætisfólkini ikki hava verið nóg tilvitað um ásetingarnar í persónsupplýsingarlógini í sambandi við landsroyndirnar, men lovar bót og bata í framtíðini.

Stjórin á Dátueftirlitinum, Eyðhild Skaalum sigur, at hon væntar, at eftirlitið verður liðugt við viðgerðina av málinum í dag ella í morgin, og at Mentamálaráðið tá fær niðurstøðuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Fríggjadag 13. november
Lazarus - Beinleiðis úr Studio 5
216358
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265