Heimatænastan: torført at fáa útbúgvið starvsfólk

Heimatænastan: torført at fáa útbúgvið starvsfólk
Faklærd vilja heldur arbeiða á heimunum
 
14.05.2014 - 08:53

Stóra útbyggingin á eldraøkinum hevur gjørt tað torførari hjá Heimatænastuni at fáa útbúgvið starvsfólk.

Í Heimatænastuni í Suðurstreymi eru til dømis fleiri ófaklærd starvsfólk enn faklærd. 58 prosent eru ófaklærd.

Tjarnargarður er útbygdur, og Boðanesheimið er tikið í brúk.

Faklærd fólk fara úr Heimatænastuni á heimini at arbeiða.

Harafturat er siðvenjan í øllum landinum, at tey ófaklærdu verða ikki send til hús, so hvørt sum útbúgvin fólk koma úr Heilsuskúlanum ella, tá faklærd søkja leys størv.

Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur svarað spurningum frá Rigmor Dam, løgtingskvinnu, um faklærda og ófaklærda arbeiðsmegi í Heimatænastuni í Suðurstreymi.

Men eisini í Eysturoynni eru lutfalsliga nógv ófaklærd starvsfólk í Heimatænastuni.

Greið ábending er um, sigur landsstýriskvinnan, at heilsuhjálparar yvirhøvur raðfesta arbeiði á eldrabústovnum fremst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576