- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsroyndin: Dátueftirlitið átalar Mentamálaráðið

Tað er ikki í tráð við persónsupplýsingarlógina, ið krevur, at flutningur av persónsupplýsingum skulu fráboðast Dátueftirlitinum. Tað stendur í niðurstøðuni, Dátueftirlitið hevur sent Mentamálaráðnum.

Dátueftirlitið setti Mentamálaráðnum spurningar um dátutrygd í samband við landsroyndir, tá Dátureftirlitið umvegis fjølmiðlarnar hoyrdi, at Mentamálaráðið brúkti ein servara í Kanada í samband við royndirnar.

Mentamálaráðið viðgekk í svarinum, at tað hevur neyvan verið nóg tilvitað um ásetingarnar í persónsupplýsingarlógini um dátuviðgerðaravtalu og fráboðanarskyldu í samband við landsroyndirnar.

Ásetingar um persónsupplýsingar ikki hildnar

Mentamálaráðið hevur heldur ikki livað upp til eina áseting í persónsupplýsingarlógini um dátuviðgerðaravtalu.

Dátueftirlitið ger eisini vart við, at eingin dátuviðgerðaravtala fyriliggur millum Mentamálaráðið og servaraveitaran í Kanada, og tað krevur persónsupplýsingarlógin.

Mentamálaráðið hevur sostatt ikki livað upp til tvær ásetingar í persónsupplýsingarlógini. Dátueftirlitið ger tó ikki meira við málið.

MMR broytir mannagongdir

Mentamálaráðið lovar, at tað framyvir fer at fráboða um ætlanir eru at flyta persónsupplýsingar av landinum.

Mentamálaráðið fer eisini at skriva undir avtalu við dátuviðgerða, áðrenn persónsupplýsingar veðra latnir útlendskum dátuviðgerðarum.

Ætlanin var, at fyrsta talgilda landsroyndin skuldi vera 28. apríl, tá 1400 næmingar úr fjórðu og sættu flokkum skuldu til landsroynd. Royndin bleiv av ongum, tá tekniskir trupulleikar tóku seg upp.