Mannligir pedagogar sleppa ikki at skifta blæu

Mannligir pedagogar sleppa ikki at skifta blæu
Umleið 100 dagstovnar í Danmark hava sett mannligum pedagogum forboð at skifta blæu og hava børn í fanginum
Fleiri av donsku dagstovnunum siga, at reglurnar eru gjørdar fyri at verja bæði mannligu pedagogarnar og børnini
 
06.06.2014 - 08:17

Í Danmark hava alsamt fleiri barnaansingarstovnar sett mannligu pedagogunum forboð at skifta blæu, og at hava børn sitandi í fanginum. Tað skrivar tv2.dk.

Fakfelagið hjá pedagogum, BUPL, vil nú fáa greiði á, um tað yvirhøvur er loyvt at forða mannligum pedagogum gera hetta.

BUPL fer at senda spurningin til javnstøðuráðið, tí mannligu pedagogarnir kenna seg vera fyri mismuni og undir illgruna.

100 dagstovnar

Sambært kanning, sum lærdi háskúlin í Aarhus hevur gjørt, hava umleið 100 dagstovnar í Danmark sett mannligu pedagogunum forboð at hava nærsamband við børnini. BUPL hevur tosað við fleiri av mannligu pedagognunum, sum arbeiða undir hesum forboði, og við starvsfelagar teirra. Og tey eru samd um, at tað er órímiligt, at ymsar reglur eru galdandi fyri menn og kvinnur.

Fleiri av dagstovnunum siga, at reglurnar eru gjørdar fyri at verja bæði mannligu pedagogarnar og børnini. 

- Men trupulleikin er, at vit skapa ræðslu, og tað er ógjørligt at gera nakað pedagogiskt arbeiði, tá alt verður koyrt í tvíningar á henda hátt, sigur Birgitte Conradsen, næstforkvinna í BUPL.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037