Pál Joensen vunnið silvur í Barcelona

Pál Joensen vunnið silvur í Barcelona
Pál Joensen bleiv nummar tvey í 1500 m. finaluni á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona
 
15.06.2014 - 17:41

Pál Joensen vann sær í dag sítt næsta silvurheiðursmerki á Mare Nostrum stevnunum 2014. 

Pál bleiv nummar tvey í 1500 m. frísvimjing. Tíðin hjá Páli var 15.10.38.  Pál var bara eitt gott hálvt sekund frá at vinna, tí nummar eitt bleiv Devon Myles Brovn úr Suðurafrika við tíðini 15.10.02. 

Svimjing.com skrivar, at tað var ein av klassisku kappingunum hjá Páli, har hann legði hart út og dró frá fyrst nógvu hundrað metrarnar, fyri síðani at verða innheintaður ímóti endanum.

Munurin millum Pál og endaliga vinnaran Brown var 3.2 sekund eftir fyrstu 500 metrarnar, sum er einar tríggjar kroppslongdir, men minkaði síðani fyrst spakuliga til umleið 2 sekund við 800 m., tá Brown sett sítt álop inn. Frá 1000 til 1300 var munurin millum hálvt og heilt sekund, og at enda var tað so Brown sum vann spurtin.

Pál vann sostatt tvey silvurheiðursmerki á Mare Nostrum stevnunum 2014. Umframt hetta silvurið vann hann eisini silvur í 400 m. svimjing í Monako. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343