Havstovan: Toskurin og hýsan í undantaksstøðu

Havstovan: Toskurin og hýsan í undantaksstøðu
Havstovan mælir til at gera endurreisingarætlan fyri toska- og hýsustovnarnar
 
17.06.2014 - 15:35

Veiðutrýstið á tosk og hýsu á Landgrunninum er nær við langtíðar málið og fyri tosk er hetta fyrstu ferð síðani miðskeiðis í 1990‐árunum. Men av ti at stovnarnir av toski og hýsu eru søguliga smáir, og mugu metast at vera í einari undantaksstøðu, er neyðugt við eini endurreisingarætlan.

Tað sigur Havstovan í tilmæli sínum til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum.

Havtsovan sigur, at neyðugt er við enn minni veiðitrýsti eitt tíðarskeið, til stovnarnir eru komnir fyri seg aftur.

Bæði toska‐ og hýsustovnurin á Landgrunninum eru í einum longum tíðarskeiði við vánaligari tilgongd, og hvørki stovnsmetingar, yngulkanningar ella ætikanningar benda á bata næsta fiskiár. Tilmælið frá Havstovuni er lagað til hesi døpru útlit.

Hóast upsastovnurin er væl betri fyri enn toska‐ og hýsustovnurin, so verður mælt til sama niðurskurð, tí at veiðutrýstið er ov høgt. Tað er ikki haldgott í longdini, sigur Havstovan.

Sí tilmælið her:

Tilmæli frá Havstovuni

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655