Poul og Eivin kjakast um bummgjaldið

Poul og Eivin kjakast um bummgjaldið
Samsvar er ikki í svarunum um bummgjaldið, sum Poul Michelsen og Eivin Jacobsen fingu frá ávikavist løgmanni og landsstýrismanninum í tunnilsmálum
 
24.06.2014 - 11:06

Nær skal tað verða ókeypis at koyra í Vágatunnlinum, spyrja vit í Kjakinum eftir Dag og Viku í kvøld. Skal tað vera við ársenda í 2016 - tá lánini eru afturgoldin, ella skal tað ikki verða fyrr enn allur tunnilin er afturgoldin, t.e. bæði tað, ið lænt varð til verkætlanina og tað, løgtingið játtaði sum partapening?

Løgmaður hevur svarað Poul Michelsen, løgtingsmanni úr Framsókn, at "eftir lógini skal útveganarkostnaðurin gjaldast aftur, bæði tann parturin, sum er fíggjaður við eginpeningi og tann parturin, sum er fíggjaður við láni." 

Hetta svarið fekk Poul Michelsen frá løgmanni í september fjør.

Eivin fingið annað svar

Men tá Jørgen Niclasen 17. juni svarar einum fyrispurningi frá Eivin Jacobsen úr Sambandsflokkinum, er niðurstøðan hjá løgmanni í fjør ikki partur av svarinum. Í staðin sigur Jørgen Niclasen, at: "almenna fatanin hevur verið, at nýtslugjøldini einans skulu fíggja lánsgjøldini".

Jørgen Niclasen sigur í svarinum, at at hann ætlar sær í løgtingið við nágreining av lógini fyri at sláa fast, at einki bummgjald skal vera, tá lánini eru afturgoldin.

Poul Michelsen og Eivin Jacobsen vera í sjónvarpsstovuni. Bogi Godtfred er vertur í kjakinum eftir Dag og Viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744