Býráðslimir sleppa undan dagbótum

Býráðslimir sleppa undan dagbótum
Tórshavnar Kommuna hevur umsíðir latið innlit í eitt mál, eftir at Kommunala Eftirlitið ætlaði at brúka heimildina at geva býráðslimum dagbøtur
 
28.06.2014 - 16:09

Býráðslimirnir í Havn skulu kortini ikki rinda dagbøtur, nú kommunan hevur leysgivið skjølini, sum stríðið við kærumyndugleikan snúði seg um.

 

Eftir at Kommunala Eftirlitið fyrr í mánaðinum fór undir at fyrireika at brúka heimildina at útskriva dagbøtur til býráðslimirnar í Havn, tí kommunan ikki vildi útflýggja nøkur skjøl, hevur kommunan latið innlit, og í næstu viku skal Mentamálaráðið, sum er kærumyndugleiki, so svara Kommunala Eftirlitinum, um hetta er nøktandi, ella um málið skal halda fram.

 

Málið snýr seg um, at Tórshavnar kommuna noktaði kærumyndugleikanum, altso í hesum føri Mentamálaráðnum, at fáa innlit í eitt mál, sum ráðið skuldi taka støðu til. Talan er um eitt uppsagnarmál, og skjølini eru brúkt sum grundarlag í einum hoyringarskrivi um uppsøgn.

 

Persónurin, ið er komin í klemmu í ósemjuni, er eitt starvsfólk á einum dagsstovni, og viðkomandi fekk 20. mars hoyringarskriv um uppsøgn frá kommununi.

 

Starvsfólkið, sum er álitisfólk og trygdarumboð á dagsstovninum, tekur ikki undir við tí, sum stendur í hoyringarskrivinum, og hevur síðani kært til Mentamálaráðið, ið er kærumyndugleiki fyri dagsstovnaøkið.

Mentamálaráðið bað so um at fáa útflýggjað øll viðkomandi skjøl, men Tórshavnar Kommuna noktaði við tí grundgeving, at Mentamálaráðið slett ikki er rætti kærumyndugleiki. Tí kom Kommunala Eftirlitið upp í leikin.

 

Tí liggur bólturin nú aftur hjá Mentamálaráðnum, sum fer at svara Kommunala Eftirlitinum í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328