Eingin vanlukka at brunnur er tómur

Eingin vanlukka at brunnur er tómur
Stjórin í Jarðfeingi sigur, at sannlíkindini fyri ikki at finna nakað eru altíð størri enn at finna
 
28.06.2014 - 21:58
- Eg havi als ikki mist trúnna uppá oljuleiting við Føroyar.
 
Hetta sigur Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi, við heimasíðuna portal.fo, nú tað vísti seg at brunnurin Brugdan 2 var turrur.
 
- Sannlíkindini fyri ikki at finna nakað eru altíð størri enn at finna. Men sjálvandi er hetta sera spell fyri bæði oljufeløgini og Føroyar, sigur hann við Portalin.
 
Spurdur um hann hevur mist trúnna uppá eina oljuleiting, svarar stjórin á Jarðfeingi, at tað hevur hann als ikki, og at vit mugu minnast til, at føroyski landgrunnurin er eitt lutvíst nýtt leitiøki.
 
Petur Joensen vísir annars á, at síggja vit alt hetta í størri heild, so er tað eingin vanlukka, at leitibrunnar eru turrir, tí vit hava við tí nógva oljuvirkseminum longu gjørt nakað, sum líkist einum fundi, sigur also stjórin á Jarðfeingi við heimasíðuna portal.fo. 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045