Sonja drotning skal til Kirkjubøar

Sonja drotning skal til Kirkjubøar
Almenna vitjanin verður 19. juli, tá norska kongaskipið leggur at í Havn
Sonja drotning hevur ikki áður verið í Føroyum
Mynd: Savnsmynd  
 
09.07.2014 - 08:59

 

Sonja drotning í Noregi kemur til Havnar við kongaskipinum "Norge" leygardagin 19. juli, her Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, tekur ímóti drotningini.

Almenni parturin av vitjanini verður bert hendan eina dagin, 19. juli, og tað, sum eftir er av vitjanini, verður privat. 
 
Eftir móttøkuna í Havn verður farið til Kirkjubøar, har drotningin sjálvsagt fer at hoyra søguna um Sverra, sum vaks upp á biskupssætinum og seinni gjørdist kongur í Noregi. Í Kirkjubø verður Sonja drotning eisini boðin til borðs. Almenna vitjanin endar í Listasavni Føroya í Havn.
 
Boðini um ætlaðu vitjanina fekk Løgmansskrivstovan í marsmánað, og tá Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, var gestur hjá býarstýrinum í Oslo undir 200 ára haldinum fyri norsku grundlógini í mai, fekk hann eisini boðini, sum hann almannakunngjørdi, longu meðan hann var í Noregi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847