Ísrael hevur góðkent avtaluna um vápnahvíld

Ísrael hevur góðkent avtaluna um vápnahvíld
Tað er tó ivasamt, hvat Hamas fara at siga, um uppskotið um vápnahvíld í Gaza, sum Egyptaland hevur gjørt
 
15.07.2014 - 08:23

Egyptaland skjýtur upp, at partarnir leggja vápnini frá sær nú kl 7 føroyska tíð, men alt bendir á, at so verður ikki, skrivar Ritzau tíðindastovan.

Stríðið, ið nú hevur vart í eina viku, hevur kravt 187 mannalív, og eisini børn eru millum teirra ið hava latið lív, og meira enn 1.200 eru særd.

Undir samanbrestunum eru hundraðtals rakettir sendar úr Gazageiranum. Tríggjar rakettir raktu í morgun ísrelska frítíðarstaðið Eilat, sum liggur við Reyða Havið. Fýra fólk vóru særd.

Í útvarpstíðindunum á middegi fer stjórnmálafrøðingur at greina støðuna millum Ísrael og palestinar.

Í gjárkvøldið segði Hamas seg ikki ganga uppskotinum á møti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221