Ivi um gegnið hjá kærdum borgarstjóra

Ivi um gegnið hjá kærdum borgarstjóra
Men avgerðin hjá býráðnum í Havn í 2007 um leigutraðirnar kann ikki ógildast kortini, sigur løgmaður
Hóast Heðin Mortensen, borgarstjóri, sjálvur leigar trøð frá kommununi, var hann við, tá býráðið avgjørdi eitt mál um traðirnar
 
25.07.2014 - 10:03

Heðin Mortensen, borgarstjóri, var møguliga ógegnigur, tá Tórshavnar býráð fyri skjótt sjey árum síðani, 11.oktober í 2007, viðgjørdi mál um leigutraðir.

Men kommunala eftirlitið kann ikki ógilda avgerðina, sum býráðið tók, tí avgerðin er framd í verki.

Tað sigur danski løgfrøðiprofessarin, Karsten Revsbech, sum Løgmansskrivstovan vendi sær til, tá Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, í 2009 kærdi Heðin Mortensen. 

Marin Katrina Frýdal kærdi til Innlendismálaráðið, tí Heðin Mortensen var við í viðgerðini í býráðnum, hóast hann sjálvur leigar trøð frá kommununi. 

Annika Olsen, sum tá var landsstýriskvinna í innlendismálum, helt seg vera ógegniga at viðgera kæruna, sum tí endaði hjá løgmanni.

Bað um upprit

Løgmansskrivstovan bað Karsten Revsbech um eitt upprit, sum kom í november 2010.

Niðurstøðan hjá løgfrøðiprofessaranum er, at Heðin Mortensen var ógegnigur á býráðsfundinum. 

Men hann ger samstundis vart við, at kjakast kann um hesa niðurstøðuna. Til dømis gjørdi atkvøðan hjá Heðini Mortensen ongan mun, tí býráðið samtykti málið við atkvøðunum 9-4. 

Arvarætturin avmarkaður

Býráðið broytti reglurnar, so traðirnar nú ikki longur ganga í arv í fleiri ættarlið, men bara eina ferð.

Kortini eru góðar grundir at halda, at avgerðin hjá býráðnum er ógildug júst tí, at borgarstjórin var við í viðgerðini.

Men av tí at avgerðin er framd, ber ikki til at ógilda hana, sigur Karsten Revsbech.

Og í januar 2011 svarar løgmaður Marini Katrinu Frýdal, at Karsten Revsbech ikki er ivaleysur í sínari niðurstøðu um gegnið hjá Heðini Mortensen. Men tá kommunala eftirlitið ikki kann ógilda avgerðina hjá býráðnum, ger løgmaður ikki meira við kæruna.

     

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
RagnarRokk 29.januar 2026
201526
Hósdag 29. januar
RagnarRokk: Joel Ekelöf um Reliance
201525
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377