- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lækni: - Ebola ikki ein hóttan í Føroyum
- Útbrotið av ebola í Vesturafrika er tað álvarsligasta og størsta, vit vita um. Í Føroyum eiga vit kortini ikki at óttast sjúkuna, sigur Shahin Gaini, lækni og smittuserfrøðingur, við útvarpið.
Shahin Gaini heldur, at ebola-sjúkan eigur at verða tikin í størsta álvara, men at vit í Evropa ikki hava stórvegis orsøk at óttast eina farsótt av ebola-virusinum um okkara leiðir.
- Um vit skuldu fingið tilburðir í Evropa, er heilsuverkið væl fyri at steðga smittuni, so hon ikki fer víðari, sigur smittuserfrøðingurin í samrøðu við útvarpið.
Vánaligt heilsuverk orsøk til nógva smittu
Orsøkin - til at deyðleikin í Afrika av ebola er so stórur - er, at londini í Afrika eru fátøk, og at sjúkrahúsverkini har eisini tískil eru illa fyri at basa ebola-sjúkuni.
- Hevur man verið í Afrika, sum eg havi verið, og sæð, hvussu heilsuverkið fungerar, skilir man væl, hví sjúkan breiðir seg, sigur Shahin Gaini, lækni og smittuserfrøðingur.
Hann sigur, at flestu fólk í Afrika verða smittað á sjúkrahúsum, tí starvsfólk á sjúkrahúsum ikki hava neyðugu útgerðina, og tí heilsustarvsfólkini hava so nógv at gera, at tey gera feilir.
Smittar við kropsligum sambandi
Herviliga ebola-sjúkan smittar ikki gjøgnum luftina, eins og sjúkurnar fuglakrím og SARS gera, ið hava gjørt um seg ymsastaðni seinnu árini.
- Ebola smittar gjøgnum fysiska kontakt. Tað vil siga kropsvætur; blóð, spýggju, land og skarn. Tí er smittuvandin ikki so stórur sum við fuglakrími og SARS, sigur Shahin Gaini.
Shahin Gaini mælir fólki, ið ferðast í afrikonsku londunum, til at fara inn á heimasíðuna hjá Statens Serum Institut at leita sær meira kunning og vegleiðing um útbrotið.