Jólasoul í Hoyvíkar kirkju

Jólasoul í Hoyvíkar kirkju
Hoyvíkar kirkja er í festiligum jólahýri og bjóðar inn til konsert við Jólasoul í kvøld klokkan 20
 
22.12.2024 - 09:00

Fjórða sunnukvøld í advent, 22. desember, kl. 20 verða Jólasoul at hoyra í Hoyvíkar kirkju.

Talan er um jólatónleik frá fimm av fremstu sangarinnunum í Føroyum.

Jasmin Mote (jazzygold), Marianna W. Nagata (Marianna Winter), Dania O. Tausen, Katrina Olsen (Katari) og Anna Sofía Skoradal (gówa), umframt SWAY. Saman kalla tær seg JÓLASOUL!

Jólasoul hava júst givið út nýggja jólaplátu, sum tær eisini hava framleitt.

Í hesum sambandi vóru tær í sendingini LEITISSTEIN í útvarpinum og greiddu frá um nýggju plátuna. 

 

>>Lurta eftir: LEITISSTEIN 03.12.2024 (Jólasoul)

 

Byrjaðu fyri fýra árum síðani

Jasmin, Marianna, Dania, Katrina og Anna Sofía (tó upprunaliga Tamara Mneney) hava seinastu fýra árini skipað fyri egnari jólakonsert við heitinum Jólasoul, og framført fyri fullum salum í bæði Reinsarínum og Norðurlandahúsinum.

Sangarinnurnar í Jólasoul eru kendar frá óteljandi ymsum tónleikaverkætlanum undir egnum navni og í ymiskum bólkum.

Styrkin hjá Jólasoul sigst vera ymiskleikin, sum tær hvør sær standa fyri, og sum spælir so sera væl saman á pallinum og í ljóðmyndini.

 

Egin løg og egnar útsetingar

Tær framføra egnar útsetingar og týðingar av alskyns jólaløgum á føroyskum, norskum, enskum, donskum og íslendskum, og tær gera eisini nógv burturúr kórútsetingum til ymsu løgini.

Við sær hava tær eitt húsorkestur við navnframu tónleikarunum Vár Miðberg (trummur), Karl Andrias Stórá (bass), Kristian Pauli Ellefsen (klaver), Vinjar Egilsnes Petersen (synth) og Ari Johannesen (gittar).

Jólasoul hava verið nógv róstar øll árini. Áhoyrarar hava lýst tær at vera júst tað, sum skuldi til fyri at koma í rættan jólahýr.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688