Landsbankastjórin: Fleiri rentulækkingar á veg í 2025

Landsbankastjórin: Fleiri rentulækkingar á veg í 2025
Evropeiski miðbankin lækkaði fyri kortum rentuna fyri fjórðu ferð í ár, og uppaftur fleiri rentulækkingar eru á veg næsta ár, sigur stjórin í landsbankanum, Malan Johansen
Fleiri rentulækkingar á veg í 2025, sigur Malan Johansen
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.12.2024 - 15:46

Evropeiski miðbankin lækkaði fyri kortum rentuna við 0.25 prosentstigum. Hetta var fjórða rentulækkingin hjá ECB, síðan í juni, og fleiri rentulækkingar eru á veg í 2025, sigur stjórin í landsbankanum.

 - Rentan hjá ECB er nú trý prosent, men tað er framvegis ein renta, sum ger, at tað er ein strammur pengapolitikkur. Tey vilja fegin koma niður á neutrala rentu, tað vil siga, at rentan hvørki er strøm ella lagalig, sigur Malan Johansen.

Mett verður, at ein lagalig renta skal liggja á umleið tveimum prosentum.

 - Og so er tað eitt heilt prosent niður til tvey, so vit kunnu gott vænta, at vit fáa rentulækking aftur næsta ár upp á umleið eitt prosent. Tað kann so henda í fýra umførum við 0.25 hvørja ferð, men tað vita vit ikki, sigur stjórin í landsbankanum.

 

Bíligari fyri vanliga lánaran

Hetta fer eftir øllum at døma at hava við sær, at vanligi føroyski lánarin við skiftandi rentu sleppur bíligari.

 - Tað merkir, at tann vanliga variabla rentan, sum tey allarflestu við sethúsaláni hava, fer at lækka. Hvussu nógv hon fer at lækka er treytað av, um tað er eitt til eitt, ella um bankarnir velja at seta rentuna minni niður enn tjóðbankin ger, sigur Malan Johansen.

Betri Banki varð í gjár fyrsti føroyski peningastovnurin, sum lækkaði rentuna í hesum umfarinum, men í mun til rentulækkingina hjá ECB og seinni hjá tjóðbankanum upp á 0.25 prosentstig, var lækkingin hjá Betri Banka 0.15 prosentstig.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mikudag 29. juli
Ólavsøkugudstænasta í Havnar kirkju
211370
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373