Frískúlanæmingar fingið pláss í øðrum skúlum

Frískúlanæmingar fingið pláss í øðrum skúlum
Allir teir næmingarnir, sum gingu í Frískúlanum við Hoyvíkstjørn, hava fingið pláss í ørðum skúlum, og byrja mánadagin í nýggjum flokkum
Allir næmingarnir, ið gingu í Frítíðarskúlanum við Hoyvíkstjørn, hava nú fingið pláss í øðrum skúlum, váttar Tórshavnar kommuna

16.08.2014 - 11:40

Næmingarnir eru skrivaðir inn í fleiri skúlar. 11 næmingar fara í Sankta Frans skúla, 8 næmingar farnir í Eysturskúlan, 7 í Venjingarskúlan, tríggir í Hoyvíkar skúla, tríggir í Kommunuskúlan og tveir næmingar eru farnir í skúlan á Argjahamri.

Tórshavnar kommuna manglar at fáa afturmelding um, hvar tveir næmingar fara. Kommunans sigur, at foreldur og børn sjálvi hava gjørt av, hvønn skúla børnini skulu ganga í, og hava sjálv sett seg í samband vid skúlarnar.

SÍ EISINI Frískúlin við Hoyvíkstjørn søga

Tó hevur verið fult í nøkrum flokkum, sum næmingarnir ynsktu at koma í. Pláss hevur heldur ikki verið fyri, at allir næmingar komu í sama skúla.

Sunneva Maria Gudmundsson, fyrrverandi skúlastjóri í Frískúlanum við Hoyvíkstjørn sigur, at tá skúlin lat aftur, heitti hon á foreldrini um at tosa saman og samskipa tað soleiðis, at næmingarnir koma at ganga í flokki saman við onkrum, sum tey kenna.

SÍ EISINI Foreldur: - Eg eri sjokkeraður

Fyrrverandi skúlastjórin í Frískúlanum við Hoyvíkstjørn sigur, at nakrir næmingar eru komnir í sama flokk. Frískúlin við Hoyvíkstjørn boðaði mitt í juli frá, at skúlin ikki helt fram eftir summarfrítíðina .

Orsøkin, til at Frískúlin við Hoyvíkstjørn stongdi, er millum annað hon, at skúlin seinastu árini hevur fingið ov fáar nýggjar næmingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328