Tilbúgvingarstigið hækkað upp í reytt

Tilbúgvingarstigið hækkað upp í reytt
Fyrr í dag staðfesti íslendska veðurstovan eitt lítið gos í Bárðarbungu.
 
23.08.2014 - 16:50

 Hildið verður, at eitt størri gos er ávegis, og tí er tilbúgvingarstigið í sambandi við flogferðslu hækkað úr appelsingulum upp í reytt. Samært Ríkisútvarpinum er øll flogferðsla við økið stongd, men enn verður ikki hildið, at tað er neyðugt at flyta fólk úr bygdunum har í nánd.

- Eitt lítið gos er staðfest í ein landnyrðing úr Bárðarbungu, sigur Kristin Jónsdóttir, leiðari fyri jarðfrøðisdeildini á veðurstovuni í Reykjavík, við Ríkisútvarpið. Heitt verður á fólk, sum eru í nærumhvørvinum, at lurta eftir Ríkisútvarpinum, har møguligar fráboðanir verða kunngjørdar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558