Frants Jensen í Vangamyndini

Frants Jensen í Vangamyndini
Blái Krossur fær betri viðgerðarumstøður, tá nýggja viðgerðarheimið verður tikið í nýtslu
 
29.08.2014 - 15:01

 Fríggjadagin 19. september verður hátíðarhald á nýggja viðgerðarheiminum hjá Bláa Krossi á Nesi, tí tá er tað liðugt at taka í nýtslu.

14 viðgerðarpláss eru á heiminum, og tað er sama tal, sum pláss hevur verið fyri á heiminum í Havn, men umstøðurnar á Nesi verða nógv betri, bæði fyri tey, sum eru í viðgerð, og fyri starvsfólkini.

M.a. verður bert eitt búfólk á hvørjum kamari. Nýggja viðgerðarheimið er eitt stórt tak hjá Bláa Krossi. Tað kostar 13 milliónir krónur. Grundstykkið gav Nes kommuna, men meginparturin av byggikostnaðinum er fingin til vega við innsavning og gávum. 

Lán og afturbering av mvg

Restin er fíggjað við láni og afturbering av mvg. Viðgerðin og tað, heimið kostar at reka, verður fíggjað við almennari játtan, og brúk er fyri hesum viðgerðarmøguleika, tí plássini eru mestsum altíð umbiðin, og viðhvørt er bíðilisti at koma á heimið.

Frants Jensen er gestur hjá Boga Godtfred í Vangamyndini í Degi og Viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581