Beinagrind funnin út fyri Ljósá

Beinagrind funnin út fyri Ljósá
Ein frítíðarfroskmaður kom í gjár fram á beinagrind út fyri Ljósá. Løgreglan heldur, at tað kann vera Piddi, ið er funnin
Ein froskmaður fann sunnudagin ein skølt útfyri Ljósá. Løgreglan heldur, tað er Piddi, ið nú er funnin. Leitingin er tikin uppaftur í morgun
Mynd: kvf.fo/Brian Samson  
 
01.09.2014 - 11:20

Froskmaðurin fann beinagrindina 100 metrar úr landi á umleið 20 metra dýpi. Tað váttar Jón Klein Olsen, kanningarleiðari hjá løgregluni.

Froskmaðurin valdi at taka skøltin upp við, og boðaði síðani løgregluni frá. Hann hevur síðani saman við froskmonnum hjá Tórshavnar Sløkkiliði roynt at koma aftur á sama stað; men hetta er munandi torførari í sjónum enn á landi.
 


Leitingin í gjár steðgaði, tí líkindini vóru so vánalig. Fyrrapartin í dag varð leitingin tikin uppaftur.

Kann vera Piddi

Enn er ikki staðfest, hvør tað er, sum er funnin. Men sambært Jón Klein Olsen er skølturin í slíkum standi, at beinagrindin helst hevur ligið í sjónum í lutfalsliga fá ár.
 


Tí arbeiðir løgreglan í løtuni út frá ástøðinum um, at tað kann vera beinagrindin eftir Dánjali Petur Hansen, vanliga nevndur Piddi, ið nú er funnin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632