Ítróttarfagnaðurin beinleiðis í sjónvarpinum klokkan 20

Ítróttarfagnaðurin beinleiðis í sjónvarpinum klokkan 20
Klokkan 20 í kvøld verður ársins ítróttarfagnaður, ið heiðrar bestu avrikini í 2025, vístur í sjónvarpinum. Nógv spennandi er á skránni
 
07.02.2026 - 17:05

Ítróttasamband Føroya skipar á hvørjum ári fyri tiltakinum ”ÍtróttaFAGNAÐURIN”, ið hevur til endamáls at heiðra føroysk ítróttafólk, hjálparfólk, leiðarar, venjarar, eldsálir o.o., sum virka í føroyska ítróttaheiminum.

Ítróttarfagnaðurin verður eisini sendur beinleiðis í sjónvarpinum, og sendingini byrjar klokkan 20. 

Umframt at heiðra eina rúgva av ítróttarfólkum, so vera eisini fleiri spennandi tónleikaframførslur við Beinir, Swardi, Dávur, og Sophiliu, ið er ein av spírunum í nýggju Kringvarps-tónleikarøðini "Hoydalar": 

Vertir eru Eydna Skaale og Jógvan Skeel Nolsøe. 

 

Heiðurslønirnar

Á Ítróttarfagnaðinum skulu finnast ítróttafólk ella úrvalsíðkarar til heiðurslønirnar ÍtróttaNAVNIÐ og ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ.

Stóra arbeiðið, sum fer fram í ítróttafeløgunum og sambondunum, skal eisini virðismetast, og heiðurslønin ÍtróttaFELAGSSKAPURIN verður latin til ein virknan felagsskap, sum ger eitt gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.

Ársins ÍtróttaVENJARI er ein persónur, sum skapar eitt ítróttaumhvørvið, ið rúmar bæði breidd og úrval, har øll trívast saman, og har íðkararnar vilja gera sítt besta til venjing og til dystir/kappingar 

Heiðurslønin ÍtróttaEldsálin er ein sjálvboðin venjari, liðleiðari, stevnuábyrgdari, nevndarlimur, samskipari ella onkur annar, ið við serligum innsatsi hevur viðvirkað til samanhaldið í sínum ítróttafelag seinasta árið.

ÍtróttaSÓLSTRÁLAN er ein ungur persónur – 20 ár ella yngri – ið við sínum góða lið- og felagsanda ger sítt íkast til, at hini á liðnum ella í felagnum føla seg vælkomnan, sæddan og sum ein umráðandi part av liðnum/felagnum.

Eisini skal ein heilt serlig ÍtróttaLØTA veljast og hana sleppur almeningurin at velja. Atkvøðast kann á SONA appini áðrenn og meðan tiltakið er.

Heiðursskjal Poul E. Petersen verður latið eini eldsál, sum í eitt mannaminni hevur tænt ítróttinum á serstakan hátt.

 

Hvat: Ítróttarfagnaðurin 2025
Hvar: Í Varpinum í Klaksvík, í sjónvarpinum, og á KVF Sjón
Nær: Í kvøld, leygarkvøldið, kl. 20, ella tá tað passar tær á KVF Sjón

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595