Sjóvinnuhúsið hitað við sjóhita

Sjóvinnuhúsið hitað við sjóhita
Kann gerast bíligari enn mett
 
18.09.2014 - 10:12

Sjóvinnuhúsið verður kortini, sum ætlað, hitað við sjóhita. Tað boðar vinnunevndin í Tórshavnar kommunu frá.

Eftir samráðingar millum Vinnunevndina og ráðgevar er komið fram til, at til ber at leggja sjóhita inn í Sjóvinnuhúsið fyri eina upphædd, sum býráðið vónandi kann góðtaka, sigur Sjúrður Olsen, formaður í Vinnunevndini.

Tórshavnar býráð samtykti í august at játta 73,9 milliónir av íløgunum hjá Tórshavnar havn fyri 2014/15 til at umvæla Sjóvinnuhúsið liðugt.

Í uppskotinum varð tó ikki sum ætlað mælt til at brúka sjóhita, men heldur fyribils at gera klárt til fjarhita. Orsøkin var, at kostnaðurin av at leggja sjóhita í húsið fór at liggja um 8 til 9 miljónir.

Tað vóru fleiri býráðslimir ónøgdir við, og á býráðsfundi 14. august varð eitt broytingaruppskot frá borgarstjóranum samtykt, har mælt varð til, at ein endalig orkuloysn varð løgd fyri býráðið aftur í seinasta lagi um tveir mánaðir.

Síðan hevur Vinnunevndini í kommununi endurskoðað spurningin um fjarhita ella sjóhita, og nevndin er vend aftur til upprunaligu ætlanina.

Eftir drúgva viðgerð er komið fram til, at meirkostnaðurin fyri at brúka sjóhita kann haldast undir 4,2 milliónir kr.

Og Vinnunevndin mælir tí til at hita bygningin við sjóhita og at fíggja útreiðslurnar við møguligum sparingum í ætlanini.

Býráðsfundur verður í kvøld, og tá vónar Sjúrður Olsen, formaður í Vinnunevndini, at býráðið tekur undir við nýggja uppskotinum um at hita Sjóvinnuhúsið við sjóhita.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262