Føroyingar runnið maraton og spartatlon í Evropa

Føroyingar runnið maraton og spartatlon í Evropa
Bæði í Danmark, í Týsklandi og í Grikkaland hava føroyingar gjørt vart við seg frammi í oddinum
Mynd: www.hcamarathon.dk  
 
29.09.2014 - 09:43

Valborg Heinesen vann bronsu i Danmarskmeistarakappingina í marathon, sum var í Odense í gjár, og hon setti eisini nýtt føroyskt met

Tíðin hjá Valborg í gjár var 2.49.37. Gamla metið átti Joan Bláfoss, tað var 2.50.27. Valborg var nummar 5 fyrstu kilometrarnar, og eftir góðar 30 km rann hon triðfremst. 

Hon kom í mál sum nummar trý, bert 25 sek. aftaná silvurvinnaranum, skrivar FÍF, Felagið fyri frælsan ítrótt, frá.

Maraton í Berlin

Marna Egholm luttók fyri fyrstu ferð í Berlin maraton, men hóast hetta megnaði hon at koma í mál sum nummar 20 av øllum kvinnunum. Bert sjey kvinnur úr Evropa vóru framman fyri hana. Tíðin hjá Marnu var 2.52.00.

Spartatlon í Grikkalandi

Eisini í Grikkalandi var renning á skránni í gjár, og tá megnaði Pól Sundskar at gjøgnumføra tiltikna Spartatlon. Ein kapping á heilar 246 kilometrar, sum luttakararnir skulu renna innan 36 tímar.

Pól hevur roynt hetta fyrr, men mátti tá gevast vegna hita. Í ár lá betri fyri, tí hann megnaði at basa teimum 246 kilometrunum uppá 35 og ein hálvan tíma, skrivar FÍF.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028