Er nú frídømdur í øllum fýra ákærum um ágang

Er nú frídømdur í øllum fýra ákærum um ágang
Eystari landsrættur frídømdi mann fyri at gera seg kynsliga inn á gentu undir 15 ár. Hann er fyrr frídømdur í trimum ákærum
Í Føroya rætti varð maðurin frídømdur fyri trý brot og dømdur fyri eitt. Og tað brotið varð hann eisini frídømdur fyri í dag.
 
10.10.2014 - 12:38

Eystari landsrættur hevur frídømt ein mann fyri at gera seg kynsliga inn á eina gentu.

Maðurin varð upprunaliga ákærdur fyri í fýra førum at hava framt kynsligan ágang móti gentuna, sum tá, í 2004 og 2005, var yngri enn 15 ár.

Í Føroya rætti varð maðurin frídømdur fyri tríggjar ákærur og dømdur fyri eina.

Hann fekk seks mánaða treytaleysa fongulsrevsing.

Fór í Landsrættin

Men maðurin skeyt dómin inn fyri Eystara landsrætti, sum viðgjørdi málið mikudagin.

Landsrætturin viðgjørdi bara tað eina lógarbrotið - brotið, sum maðurin varð dømdur fyri í Føroya rætti. 

Ákæruvaldið appelleraði ikki frídømingina hjá Føroya rætti í hinum trimum lógarbrotunum, maðurin var ákærdur fyri.

Landsrætturin sigur, at tað er ikki prógvað, at maðurin er sekur í ákæruni, sum var eftir. Tí er maðurin frídømdur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655