Fær ikki endurgjald fyri sjúkraviðgerð í Týsklandi

Fær ikki endurgjald fyri sjúkraviðgerð í Týsklandi
Spurdi ikki heilsumyndugleikarnar í Føroyum fyrst. Kærdi men fekk ikki viðhald
Fólk eiga at spyrja heilsumyndugleikarnar fyrst, um tey ætla sær at fáa viðgerð á útlendskum sjúkrahúsi endurgoldna.
 
10.10.2014 - 13:35

Fólk eiga at spyrja heilsumyndugleikarnar í Føroyum fyrst, áðrenn tey fara uttanlands á sjúkrahús, um tey vilja hava møguleikan at fáa viðgerðina endurgoldna.

Kærunevndin í almanna- og heilsumálum hevur staðfest avgerðina hjá Visitasjónevndini at sýta einum sjúklingi endurgjald fyri útreiðslur í sambandi við viðgerð fyri krabbamein á sjúkrahúsi í Týsklandi.

Orsøkin er, at sjúklingurin ikki hevði ávísing frá Visitasjónsnevndini, tá hann fór til Týsklands í fjør. Hann fór av sínum eintingum á týska sjúkrahúsið. 

Sjúklingurin vildi hava viðgerðina á týska sjúkrahúsinum, sum kostaði 275.000 kr., endurgoldna frá føroyska heilsuverkinum. 

Men Kærunevndin í almanna- og heilsumálum sigur, at sjúklingurin hevur ikki rætt til endurgjald, tí hann fór til Týsklands uttan ávísing frá heilsuverkinum í Føroyum.        

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040