Fingu ikki sáttmálan longdan

Fingu ikki sáttmálan longdan
Frálandaskipið, Eldborg, sum seinastu tíðina hevur arbeitt fyri Statoil útfyri Afrika, fekk ikki sáttmálan longdan. Skipið er nú leigað út til Shell
Eldborg, hjá Skansi Offshore, hevur riggað av í Eysturafrika og er nú leigað út til Shell í Noregi
 
16.10.2014 - 15:56

Skipið, Eldborg, var ikki leingi uttan sáttmála, tí skipið er longu í Noreg og riggar til at fara at arbeiða fyri Shell ístaðin, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore.

Sjóborg røkir í løtuni arbeiðið sum Eldborg skal gera fyri Shell, og sunnudagin loysir Eldborg so Sjóborg av. Tá fer Sjóborg aftur at røkja styttri sáttmálar fyri onnur feløg, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

SÍ EISINI Eldborg til Eysturafrika

Tað er alt vanligari at oljufeløg gera styttri sáttmálar við hjálparskip, og viðhvørt verða sáttmálarnir longdir, og í øðrum førum vera teir ikki longdir.

Tí er neyðugt hjá skipunum at røkja styttri sáttmálar fyri ymsu oljufeløgini, meðan arbeitt verður við at finna longri sáttmálar, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558