Sukursjúka meira arvalig enn áður hildið

Sukursjúka meira arvalig enn áður hildið
Møguleikin at fáa sukursjúku er 40 prosent, um annað av foreldrunum ella systkin hava sjúkuna
 
15.11.2014 - 11:00

Í Danmark mæla myndugleikarnir til at lata seg kanna, um foreldur ella systkin hava sukursjúku. Roknað verður við, at áleið 320.000 fólk hava diabetes í Danmark. Tað er tvær ferðir so nógv sum fyri 10 árum síðani.

Harumframt verður roknað við, at 200.000 onnur hava diabetes, uttan at vita tað.

Færri fólk doyggja av diabetes nú enn fyrr. Talið er lækkað úr 90 niður í 46 prosent frá 1997 til 2012.

Alt ov fá vita, at diabetes 2 er arvilig, og tí verður sjúkan ikki staðfest, fyrr enn fólk fáa aðrar sjúkur, sigur Henrik Nedergaard stjóri í Diabetesfelagnum.

Møguleikin fyri at fáa diabetes er 40 prosent, um annað av foreldrunum, ella systkin hava sjúkuna. Hava bæði foreldrini diabetes, so eru møguleikarni 80 prosent fyri, at børnini eisini fáa sukursjúku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522