Føroyskt bankavirksemi uttanlands í felag fyri seg

Føroyskt bankavirksemi uttanlands í felag fyri seg
Tjóðveldi sigur, at tá fíggjarjavnin í einari fyritøku er størri enn bruttotjóðarúrtøkan í einum landi, er váðin stórur
Kristina Háfoss er framsøgukvinna hjá Tjóðveldi í fíggjarmálum
 
01.12.2014 - 11:05

Føroyskt bankavirksemi uttanlands og virksemið í Føroyum eiga at verða skipað í hvør sítt felag, til tess at tryggja neyvari innlit og at avmarka samfelagsliga váðan.

Tað heldur Tjóðveldi, sum skjýtur upp, at landsstýrið skal gera lógaruppskot, ið avmarkar váðan hjá føroyska samfelagnum í sambandi við virksemi hjá føroyskum fíggjarfyritøkum uttanlands.

Uppskotið kemur til 1. viðgerð í tinginum í morgin.

Tjóðveldi vísir á, at bruttotjóðarúrtøkan í ár verður 15 milliardir krónur, sambært meting hjá Búskaparráðnum. Men javnin hjá størsta peningastovninum í landinum er 17 milliardir kr.  

Stórur váði

Tá javnin hjá eini fyritøku verður størri enn bruttotjóðarúrtøkan í einum landi, er talan um eina sera týdningarmikla fyritøku. Men samstundis er eisini talan um váða. 

Tað er gleðiligt, at føroyskar fyritøkur menna seg bæði í Føroyum og uttanlands, men samstundis vísir søgan, at eitt stórt trýst kemur á landsstýrið, landskassan og skattgjaldaran, tá bankar eru komnir í fíggjarligar trupulleikar.

Virksemið í Føroyum er eitt, men virksemið uttanlands kann gerast ómetaliga stórur fíggjarligur váði, sum kann verða fleirfaldaður samanborið við føroyska búskapin og framleiðsluna, sigur Tjóðveldi í viðmerkingunum til uppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744